Pole Dance:
Vilt tú koma í form og røra teg á ein nýggjan, festligan og øðrvísi hátt? Ja so er hetta júst nakað fyri teg. Poledance er ein sjáldsamur venjingarháttur viđ eini polestong sum fitness ambođ. Tú fært brúkt allan kroppin í venjingini, bæđi viđ festligum venjingum um polestongina, og eisini viđ styrkivenjingum bæđi fyri bein, búk og yvirkropp.

Tađ er pláss fyri øllum. Tær nýtist ikki at hava nakrar royndir ella vera í góđum formi, bara tú ert klár/ur til nýggjar gevandi og stuttligar avbjóđingar.

Hent at vita áðrenn ein poledance tíma:
- vit venja í shortsi og berum ørmum
- havið eitt lítið handklæði við
- tú skalt helst ikki hava brúkt krem/body lotion sama dag

Royndir ið Barba hevur:
Barba hevur vant poledance síðani 2014 har hon byrjaði í Danmark, og helt áfram í Føroyum.

Barba hevur millum annað undirvíst í:
· Pilates
· Yoga
· Dansi
· Fimleiki

Hvør er venjari í Poledance?
Barba Jansdóttir

Nær, hvar og hvussu leingi venja vit?
· Undirvísing og venjing er í BURN Fitness í Tórshavn
· Hvør venjing 50 min.
· Venjingin er í 4 vikur

GG! Næsta skeið verður 23. apríl
Undirvíst verður leygardagar kl.12.30

Level 1:
Hetta er eitt lið fyri óroynd og lætt roynd. Undirvíst verður í tricks og spins á grundstøði.

Level 2:
Hetta er eitt lið fyri roynd. Her byggja vit víđari frá grundstøđinum á Level 1. Fyri at tilmelda seg til hetta liðið, skalt tú klára:
- klintra
- fireman
- sunwheel
- chair spin
- polesit
- crusifix/hanga á høvdinum
- angel/outside leg hang
- scorpion/inside leg hang
- straddle

Open class:
Hetta liðið er fyri tey, ið hava roynt pole dance áður, og vilja menna seg innan tað tey longu duga.
Her verður felags upphiting, men annars eingin undirvísing. Tú venur tað tú vilt duga betur, og ein venjari er til staðar at hjálpa og vegleiða teg.

Kostnaður:
· Level 1 550,-
· Level 2 550,-
· Open Class 600,-

GG - limahald til Burn Fitness er ikki íroknað prísinum.