Keyp Her kanst tú keypa tær ein venjara til eitt polterabend eftir egnum ynski. 

Polterabend:
Hevur tú vinfólk, sum skulu ganga saman í hjúnaband? Latið okkum í Burn Fitness skipa fyri eini minniligari løtu við t.d Pole Dance, aerobic ella dansi.

Ein stuttlig løta fyri bæði brúður og brúðgomm:
Polterabend í Burn nýtist ikki bert at vera fyri brúðrina. Nei, komandi brúðgommurin fær óivað eisini eina ógloymandi løtu á Poledance - stongini ella á dansigólvinum, saman við okkara dugnaligu venjarum.

Njótið okkara jacuzzi og hitarúm:
Eisini ber til at nýta okkara umklæðing, brúsur, jacuzzi og hitrúm, um hugur er til tess. Vit garantera, at alt vertskapið kemur í rættiligt veitsluhýri.

Polterabend út av húsinum:
Ynska tit okkara undirhaldandi tænastu aðrastaðni, enn í Burn hølinum, bjóða vit eisini polterabend út av húsinum. Her, á heimasíðu okkara, ber til booka ein venjara til eitt polterabend.

Vit gleða okkum til nógvan látur.

 

 

Hvør er venjari í polterabend?
Diana Jógvansdóttir Hansen
Barba Jansdóttir

Nær, hvar og hvussu leingi venja vit?
· Tíðspunktið verður avtalað við venjaran
· Polterabend kann ganga fyri seg í hølinum hjá Burn, ella kann venjarin bíleggjast út av húsinum.
· Polterabend varar vanliga 20 - 30 min.