Send fyrispurning um Polterabend á burn@burn.fo

Polterabend:
Hevur tú vinfólk, sum skulu ganga saman í hjúnaband? Latið okkum í Burn Fitness skipa fyri eini minniligari løtu við t.d. Pole Dance, Zumba ella eina góða dansiseriu.

Ein stuttlig løta fyri øll:
Saman við okkara dugnaligu venjarum í Burn fáa tit óivað eina ógloymandi løtu til svingandi og lívligar tónar á dansigólvinum, á stepbonkinum ella svingandi runt á stongini - vit hava okkurt til øll.

Ein stuttlig løta fyri bæði brúður og brúðgóm:
Polterabend í Burn hevur nógv at bjóða uppá. Lær at dansa ein frekan og sexutan dans fyri komandi makanum ella kom og svinga ein túr á stongini saman við vinunum.

Vit bjóða undirvísing í dansi, í zumba og step, og undirvísing í poledance – bæði í bólki, ella einstaklinga undirvísing fyri komandi brúðrini ella brúðgóminum.

Njótið okkara jacuzzi og hitarúm:
Eisini ber til at nýta okkara umklæðingsrúm, boblubað og hitarúm um hugur er til tess. Vit garantera, at alt vertskapið kemur í rættiligt veitsluhýri.

Polterabend út av húsinum:
Ynska tit okkara undirhaldandi tænastu aðrastaðni, enn í Burn hølinum, bjóða vit eisini polterabend to-go. Her ber til booka ein venjara til eitt polterabend.

Vit gleða okkum til nógvan látur.

 

 

 

Hvør er venjari í polterabend?
Barba Jansdóttir, undirvísir í Poledance
Nathalie Agyekum, undirvísir í Zumba og step

Nær, hvar og hvussu leingi venja vit?
· Tíðspunktið verður avtalað við venjara
· Stað verður avtalað við venjara
· Polterabend varar vanliga 20 - 30 min

 

Hent at vita áðrenn ein poledance tíma:
- vit venja í shortsi og berum ørmum
- havið eitt lítið handklæði við
- tú skalt helst ikki hava brúkt krem/body lotion sama dag

Undirvísingartímin er uml. 30 min