Ágrýtið og nærlagt reingerðarfólk til Burn Klassik í Berjabrekku!
Dámar tær eitt arbeiði, har tú veruliga sært úrslitini av tínum innsatsi?
Í Burn Klassik leita vit eftir einum reingerðarfólki, at taka sær av reingerðini í venjingarmiðstøðini í Berjabrekku. Tú kemur at hava ein týðandi leiklut í at tryggja reinføri, trivnað og eina góða limauppliving fyri okkara kundum.
Um starvið:

Talan er um eitt starv á uml. 8 tímar um vikuna, týsdag og hósdag umframt leygardag.

Starvið byrjar skjótast gjørligt ella eftir avtalu. Vit halda samrøður leypandi.
Arbeiðsuppgávur:
  • - Daglig reingerð av øllum økjum í venjingarmiðstøðini í Berjabrekku
  • - Halda hølini rein, ruddilig og innbjóðandi fyri okkara limir og gestir
  • - Fylgja reingerðarskrá og tryggja høga dygd
  • - Vera við til at skapa góð og trygg hølisviðurskiftir saman við starvsfeløgunum
Vit bjóða:
  • - Eitt arbeiðspláss við góðum arbeiðsumhvørvi og virðiligum samstarvi
  • - Góðar starvsfelagar og góð starvsfólkaviðurskifti
  • - Ein týðandi leiklut í einari stórari heilsufyritøku
  • - Møguleikan fyri at arbeiða sjálvstøðugt og við ábyrgd
  • - Góða innleiðslu og upplæring í reingerðarmannagongd ol.
Arbeiðstíðir:
- Týsdag og hósdag: 2 tímar hvønn dag
- Vikuskiftið: 3-4 tímar
Løn:
Lønt verður sambært HAK
Soleiðis søkir tú:
Umsókn skal sendast til burn@burn.fo, og viðmerkjast "Reingerð – Klassik".
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Vilt tú vita meira?
Set teg í samband við: Ásla Leila Birgirsdóttir Johansen, HR-leiðari +298 29 99 02 ella á aslaleila@burn.fo