Melda til her Byrjar 19. aug 2019  /  Skeið 2 byrjar 16. sep 2019 

Rørsla:
Lykilorðini innan RØRSLU eru góðska, felagsskapur og persónlig venjing.

Rørsla er heilkropsvenjing, sum er grunda á Hatha Yoga, og tískil fara yoga íðkarir, at kenna seg heima. Farið verður yvir ymiskar kropsstillingar og andadráttin, sum saman geva fleiri heilsufremjandi ágóðar.

Venjingin verður fjølbroytt, og eitt sindur verður tikið frá teimum ymisku stílunum, millum annað Vinyasa, Ashtanga og Iyengar yoga.
Venjingin er ætlað øllum, og verður persónlig, tí hvør og ein arbeiðir út frá egnum støði.

· RørsluRó: Venjing, ið millum annað, er væl egnað til byrjarar, endurvenjing, avstressan og/ella, sum aktiv restitution/hvíld.
· RørsluRok: Venjing, ið millum annað, er væl egnað til vandar íðkarar, og/ella fólk, ið dáma væl eina avbjóðing.
· Rørsla: Venjing, ið er ætlað øllum. Fjølbroyttir mið-tempo tímar.

RØRSLA – kostur – hvíld

Rørsla - vit venja:
· Fimi – tú verður liðiligari
· Styrki – tú verður sterkari
· Javnvág – tú fært betri javnvág
· Kropsburð – tú fært betri kropsburð, og lærir at brúka kroppin rætt
· Hjarta-æðra skipan – tú styrkir hjarta, blóðrensli, javnar blóðtrýsti o.a.
· Lungna skipan – tú fært betri treysti
· Órinsskipan – tú bøtir um mótstøðuføri móti sjúkum og krími
· Sinni – tú verður mentalt sterkari, og venjingin linnar m.a. um stongd og angist
· Vælvera – tú fært meiri orku til gerandisdagin, svevur betri og kroniska pínan        minkar
· Rørsla gevur fleiri aðrar ágóðar

Kostur og hvíld:
· Tú hevur møguleikan, at spyrja um góð ráð innan kost og hvíld.

Hent at vita áðrenn ein RØRSLU tíma:
· Kom, ”sum tú ert” – tíðin er nú.
· Tú ert vælkomin, at taka egna yogamáttu við.
· Hav handklæði við, um tú hevur hug.
· Vit venja í løttum og mjúkum klæðum, sum lætt er at røra seg í.
· Tú skalt ikki hava krem/bodylotion á hondum ella fótum (glíður á máttuni).
· Tú skalt ikki hava etið nakað tungt, beint áðrenn venjing.
· Minst til at drekka nógv vatn gjøgnum dagin.
· Viðmælt verður, at fylgja teimum 10 kostráðunum, eisini tá tú ikki venur.
· Viðmælt verður, at fáa nøktandi svøvn, eisini tá tú ikki venur.

Hvør er venjari í Rørsla?
Jóna Ólavsdóttir

Nær, hvar og hvussu leingi venja vit?
· Undirvísing og venjing er í BURN Fitness í Tórshavn.
· Mánadag kl 12:00 & 17:30
· Mikudag kl 17:30
· Fríggjadag kl 12:00
· Hvør venjing 60 min.
· Venjingin er í 4 vikur

Hvat er við í prísinum?
· 1 venjingar um vikuna 549,-
· 2 venjingar um vikuna 749,-
· 3 venjingar um vikuna 949,-
· Kostætlan, virði 399,-
GG - limahald til Burn Fitness er ikki íroknað prísinum.

Fyri at fáa tína kostætlan:
- Jóna koyrir teg á persónsvektina
- Skriva ein mail til elsamaria@burn.fo viðmerk "Rørsla kostætlan"
- Tú fært tína kostætlan senda sum ein PDF fíl á tín teldupost

Royndir ið Jóna hevur:
Jóna er fødd í 1989, og er úr Vatnsoyrum. Henni dámar avbera væl náttúruna, at knæbóndast og rørslu. Við einum stórum áhuga fyri rørslu, venjing og frálæru, hevur hon arbeitt við venjing og frálæru í rúmliga 10 ár, og nomi sær útbúgvingar innan faki.

Hon er útbúgvin Ferðaleiðari, Bachelor of Science sum Ríðilæri og Rossavenjari, er Yogalærari, TRXvenjari, Fitness Instruktør og EHFA góðkendur Persónligur Venjari, er Fysiurgiskur Massør og Sportbehandlari.

Harafturat er hon undir útbúgving, sum Kostráðgevi

Síðan 2015 hevur Jóna, bæði vant og undirvíst nógv í Hatha Yoga, sum er kropslig venjing, og var tað har, at áhugin fyri rørslu og heilsu, veruliga vaknaði.