Styrki, Bólt & Band:
Vit byrja tíman við at venja við Therabandi, sum styrkir liðbond og vøddar. Vit nýta eisini Redondobólt, har vit gera vanlig "fimuleika-øvilsi", men har bólturin stuðlar kroppinum soleiðis, at vit kunnu gera øvilsini rætt.

Vit venja við egnari vekt, umframt við vektum, og styrkja serliga core, balansu og styrki.

Ein sera góður tími um tú hevur spenningar ella ynskir at halda teg smidiga. Ein tími, har øll kunnu vera við.

"ALLAN DAGIN +"
Hevur tú limahaldið "ALLAN DAGIN +" er Styrki, bólt og band íroknað.

Fyri at tryggja tær eitt pláss, skalt tú rita inn og leggja eitt pláss av til hendan tíman. Melda til á lættasta hátt við at trýsta á tann reyða knøttin, sum eitur "Rita inn," niðanfyri myndina.

Brúkari: tín teldupostur.
Loyniðorð: bleiv upplýst við upprættan av limahaldi.

GG:
Hevur tú gloymt títt loyniðorð, kanst tú ringja til Burn á
+298 299900 og fáa tað upplýst.

Vit eru at hitta hesar tíðir:
Mándag - hósdag Kl: 5:30 - 22:00
Fríggjadag Kl 5:30 - 20:00
Leygardag - sunnudag Kl: 9:00 - 20:00

UMRÁÐANDI AT BOOKA, FYRI AT TRYGGJA SÆR PLÁSS!