BURN SHOWDOWN

Dato er sett, og niður teljingin er nú byrjað!

Aldrin áður eru so nógvar kappingar, innan fitness heimin, samlaðar undir einum bannara. Ikki minni enn 14 ymiskar kappingar verða hesar báðar dagarnar. Alt frá 200 kg tungum og, ikki minst, sterkum monnum, til vakrar og stásiligar kvinnur. Kappast verður í styrki, úthaldni og vakurleika.

Tað verður eitt satt Showdown!
Vit skulu finna tey bestu innan tær ymisku greinarnar, og spenningurin verður óivað øgiligur.

Fyrireikingarnar eru farnar í gongd, og vit fara við vissu at veita, bæði luttakarum og áskoðarum, eina ógloymandi uppliving.

Niðanfyri kanst tú lesa nærri frágreiðingar um allar kappingarnar, og tú ert somuleiðis eisini meir enn vælkomin at melda til sum luttakari.

Tiltakið verður dagarnar 17. og 18. november 2017.
Atgongumerkjasølan byrjar 27. juli