Melda til her Byrjar 11. Jan 2022
Grundleggjandi Sjálvverja:
Hetta 4 vikurs skeiðið er ætlað teimum við lítlari ella ongum royndum í stríðsítrótti. Vit hittast einaferð um vikuna í Burn Fitness. Vit leggja serliga dent á at læra tvey høðusøvilsir í sjálvsverju í Brasilianskum Jiu-Jitsu, - The Closed Guard og at rýma úr Full-Mount.
Hvør kann vera við?
Øll kunnu vera við, men skeiðið er mest ætlað óroyndum íðkarum.
Brasilianskt Jiu-Jitzu
Brasilianskt Jiu-Jitzu (BJJ) varð evnað til í 1920unum av beiggjunum Carlos og Helio Gracie í Brasil. Hesin stríðsítrótturin leggur dent á kontrol og ávirkan, sum ger tað gjørlig hjá einum veikari og minni persóni at vinna á einum størri og sterkari mótstøðu leikara.
Ítróttin flutti seg úr Brasil til norður Amerika og úrslitið bleiv, at The Ultimate Fighting Championship kappingin varð sett á stovn. Síðani er BJJ vorin ein av teimum mest vaksandi ítróttunum í heiminum og hevur staðfest seg sum ein av bestu sjálvsverju háttunum sum er.
Hvør er venjari?
Luis Pellecer Jr.
Nær, hvar og hvussu leingi venja vit?
· Undirvísing og venjing er í BURN Fitness í Tórshavn.
· Venjing er leygardag kl 13.00-14.15
· Venjingin er í 4 vikur
Hvat er við í prísinum?
Kostnaður: 375,-
· 4 venjingar saman við venjara.
GG - limahald til Burn Fitness er ikki íroknað prísinum.
Royndir, ið Luis hevur:
Luis Pellecer er høvuðsvenjari í Tórshavn Brazilian Jiu-Jitsu (TBJJ).
Luis er latínamerikanari úr U.S.A. og hevur drúgvar royndir innan stríðsítrótt, millum annað í glíming, Muay Thai/MMA og 13 árs royndir í Brasilianskum Jiu Jitsu. Í løtuni hevur hann støði í lillaðum belti.