Melda til her Byrjar 21. januar 2023
Skíðferiu fyrireikan:
Kennir tú til tað, tá ið teir fyrstu dagarnir av skíðferiuni ávirkast av eymum musklum, tí formurin kanska ikki er super góður?
Vit bjóða aftur nú skíðferiu skeið, har vit venja og fyrireika teir vigtigastu vøddarnar, so tú fært mest burturúr á pistuni.
Tað eru dugnaligu fysioterapeutarnir úr NB Fysioterapi sum koma at taka sær av tykkum.
Við byrjan fært tú eina screening frá undirvísarunum og hon verður grundarlagið undir tíni venjing.
Við venja í felag leygardagar, umframt at tit fáa venjingarætlan til sjálvstøðuga venjing.
Nær, hvar og hvussu leingi venja vit?
· Undirvísing og venjing er í BURN Fitness í Tórshavn
· Venjing er leygardagar kl. 12.30
· Hvør venjing 60 min.
· Venjingin er í 8 vikur
Burn+ hald er íroknað í skeiðstíðini, so tú kanst eisini venja sjálvstøðugt út yvir liðvenjingina ella nýta gosbað og hitarúm aftaná venjing.
Hvat er við í prísinum?
Kostnaður: 1495,-
· 8 venjingar saman við venjara.
· Venjingarætlan
· Limahald í Burn Fitness