Spinning við Margit:

Kom við til ein tíma, har pulsurin fer upp á max, beinvøddarnir verða styrktir og orkan gerst betri.

Venjingin byrjar við góðari upphiting á súkkluni í 10 – 15 minuttir. Síðan súkkla vit í áleið hálvan tíma við ymiskum venjingum; vit súkkla við tungari mótstøðu, so at beinini verða styrkt, men eisini traðka vit títt nakrar sangir, so at orkan verður betri. Vit súkkla sitandi og standandi. Tímin endar við venjing, t.d. við spurtum ella aðrari tungari venjing, har pulsurin fer upp í topp.

Øll – vand sum óvand – kunnu venja innisúkkling og fáa mest møguligt úr venjingini.

"ALLAN DAGIN +"
Hevur tú limahaldið "ALLAN DAGIN +" er Spinning íroknað.

Fyri at tryggja tær eitt pláss, skalt tú rita inn og leggja eitt pláss av til hendan tíman. Melda til á lættasta hátt við at trýsta á tann reyða knøttin, sum eitur "Rita inn," niðanfyri myndina.

Brúkari: tín teldupostur.
Loyniðorð: bleiv upplýst við upprættan av limahaldi.

GG:
Hevur tú gloymt títt loyniðorð, kanst tú ringja til Burn á
+298 299900 og fáa tað upplýst.

Vit eru at hitta hesar tíðir:
Mándag - hósdag Kl: 5:30 - 22:00
Fríggjadag Kl 5:30 - 20:00
Leygardag - sunnudag Kl: 9:00 - 20:00

UMRÁÐANDI AT BOOKA, FYRI AT TRYGGJA SÆR PLÁSS!