Melda til her    Byrjar 26. august 2024

Hvat er Størsti Taparin?
Ert tú har, at tú hevur givið upp uppá allar dreymar, um at fáa ein sunnari lívsstíl? Ella tú hevur mist alla vón um at lætna tey kiloini, ið tú ynskir?

So er Størsti Taparin nakað fyri teg!

Gev tær stundir, at lesa tekstin á síðuni og tað kann verða byrjanin til eina heilt nýggja lívsleið til betri heilsu.

Tað eru úrslitini, ið telja!
Um tú teknar teg til Størsti Taparin, kunna vit garantera eitt gott úrslit eftir hesar 16 vikurnar.
Tú skalt bara møta upp, vit gera restina!

Úrslitini vera mett til at:
Menn lætna 16 - 20 Kg
Kvinnur lætna 12 - 16 Kg

Kostur:
Tú fart eina kostætlan, soleiðis, at tú ikki etur ov nógv ella ov lítið. Kostætlanin er fjølbroytt og løtt at fylgja.

Eisini fart tú møguleika at samskifta við hini ið luttaka á einum lukkaðum facebook bólki. Í hesum bólki kanst tú eisini samskifta við tín venjara - Jákup Súna Berg. 

Venjingin:
Tríggjar ferðir um vikuna, í 60 min, er venjing á Berjabrekku. Venjingin er einføld og øll kunnu vera við, eisini sjálvt um tú aldrin hevur vant fyrr.

Feittknúsari:
Størsti Taparin er ein ordans feittknúsari, ið er byrjanin til tín nýggja lívsstíl!

Prísur - hvat er íroknað
- Klassik limahald í 16 vikur
- Fitness limahald í 16 vikur

Burn Fitness app
- Brúksrætt
- Kostætlan
- Venjingarætlan

Berg sum venjara
- 3 vekteftirlit v/Berg
- Facebook bólk
- Samskifti v/Berg

Prísur er 3.950,-

Hvør kann vera við ?
Kvinnur í viga yvir 80 Kg
Menn í viga yvir 100 Kg
- er vektin beint undir, kunnu vit tosa um tað
 

Vekteftirlit og mátingar
- vika 0
- vika 8
- vika 16
- øll hagtøl verða loggaði á Burn-App

Til eitt vekteftirlit verður tú viga/ur, máta/ur og feitt prosent tikið.

Øll vekteftirlit vera gjørd av Berg.

Hvar venja vit ?
Berjabrekku 1

Hvørjar dagar venja vit ?
Mánadag, mikudag og fríggjadag
- við møguleika at venja leygarmorgun eyka

Hvat klokkan kann eg venja ?
Kl 19:00 - 20:00 ( mán & mik )
Kl 18:00 - 19:00 ( frí )

Eftir 8 vikur venja vit hesar tíðir:
Kl 5:53 ( 60 min )
Kl 10:00 ( 60 min )
Kl 15:00 - 19:00 / Drop-in ( 60 min )
Kl 10:00 ( 60 min ) leygarmorgun
- vel frítt ímillum hesar tíðir at venja