Leiðari til Burn Fitness samtakið
Ert tú ábyrgdarfull/ur og hevur góðar samstarvsførleikar? So er tað kanska tær vit leita eftir, til at taka sær av tí dagliga rakstrinum hjá Burn Fitness.

Um starvið: Vit leita eftir einum ábyrgdarfullum leiðara, ið kemur at taka sær av dagliga rasktrinum í øllum fýra mistøðum. Tú verður ein týðandi partur av at tryggja, at allar funktiónir í venjingarmiðstøðunum koyra væl.

Arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar, og í høvuðsheitum er talan um:

  • Dagføring av skipanini
  • Menna og seta nýggjar mannagongdir í verk
  • Starvfólkaviðurskiftir
  • Samskipan millum venjingarmistøðirnar
  • Kundatænastu
  • Innanhýsis kunning
  • Umsita heimasíðu

 

Um teg

  • Er skipað og samstundis ert tú opin fyri tillagingum, tá ið arbeiðsdagar kunnu vera skiftandi
  • Er ábyrgdafull og røkin
  • Hevur góðar samskiftis- og samstarvsførleikar
  • Hevur royndir sum leiðari, tó ikki krav
  • Er fyrikomandi og kann veita góða kundatænastu
  • Góðar telduførleikar

 

Vit bjóða

  • Eitt spennandi og avbjóðandi leiðarastarv í einari vaksandi fyritøku
  • Møguleikar fyri fakligari og persónligari menning
  • Eitt livandi og virki arbeiðsumhvørvi

Umsókn og setanarviðurskiftir
Starvið er tímalønt. Løn - og setanartreytir eftir Samverk. Umsókn skal sendast til natasha@burn.fo. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Starvið verður sett skjótast gjørligt.

 

Vilt tú vita meira um starvið
So ert tú vælkomin at seta teg í samband við Natashu B. Tórgarð,
HR-leiðari, á telduposti natasha@burn.fo ella á tlf. +298 299902