Starv við Margáir: Tú tryggjar ein góðan dag hjá okkara limum

Burn Fitness við Margáir er ein nýmótans venjingarmiðstøð, har vit leggja stóran dent á góðsku, trivnað og motivatión. Vit bjóða okkara limum eitt breitt úrval av venjingartilboðum – bæði einstaklingavenjing og skipaðar venjingartímar í einum reinum og professionellum umhvørvi. Vit stremba eftir at motivera og geva kundum okkara íblástur til at náa teirra heilsu- og venjingarmálum.

Nú leita vit eftir einum álítandi og arbeiðssomum starvsfólki, sum kann gerast ein týðandi partur av okkara toymi, og vera við til at menna okkara serliga venjingartilboð: Klassik Light.

 

Um starvið

Arbeiðið er fjølbroytt og umfatar m.a.:

  • Móttøku og kundatænastu
  • Sølu av limahaldi og øðrum vørum
  • Reingerð og røkt av venjingarmiðstøðini, so hølini altíð eru rein og innbjóðandi
  • Luttøku í Klassik Light venjingunum

 

Vit vænta, at tú:

  • Trívist við at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
  • Dámar væl at samskifta við fólk og veita góða kundatænastu
  • Ert røkin, ágrýtin og álítandi
  • Hevur áhuga fyri venjing og einum aktivum lívsstíli

 

Vit bjóða:

  • Eitt arbeiðspláss við góðum arbeiðsumhvørvi og virðiligum samstarvi
  • Góðar starvsfelagar, góð starvsfólkaviðurskifti og ókeypis limaskap í Burn Fitness
  • Ein týðandi leiklut í einari vaksandi heilsufyritøku
  • Møguleikan fyri at arbeiða sjálvstøðugt og við ábyrgd
  • Góða innleiðslu og upplæring í :
    - Klassik light venjing
    - Reingerðarmannagongdum
    - Skipanunum, ið vit nýta í dagliga arbeiðinum

Arbeiðstíð og lønarviðurskifti

  • Arbeiðstíð:
  • Mánadag, mikudag og fríggjadag kl. 17.00–20.00
  • Lønt verður sambært Samverk, og serligur takstur verður latin fyri tíman við Klassik light venjing.
  • Starvið verður sett sum skjótast.
  • Starvsstaður: Burn Fitness við Margáir

 

Umsókn

Send okkum eina umsókn og CV til omanfyri nevnda teldupost.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

 

Vilt tú vita meira?

Set teg í samband við: Áslu Leilu B. Johansen, HR-leiðara, á: aslaleila@burn.fo+298 299902