Burn Klassik venjari søkist

Brennur tú fyri trivnaði, venjingargleði og einum sunnari lívsstíli, ikki bara hjá tær sjálvum, men eisini hjá øðrum?
So er tað kanska akkurát tú, vit leita eftir!

 

Hvat er Burn Klassik?

Burn Klassik er okkara væl umtókta venjingartilboð, har limir venja saman í felag, regluliga og við góðum stuðli.

Vit leita nú eftir einum ábyrgdarfullum og motiverandi starvsfólki, ið vil vera ein týðandi partur av Klassik-toyminum.

Hvat gert tú sum Burn Klassik venjari?

Sum partur av Klassik toyminum hevur tú ábyrgdina av, at venjingartímin koyrir trygt og væl:

        • Tryggja at útgerðin er klár og á rætta stað

    • At góður tónleikur er frá og stemningurin er góður

    • Halda reinføri og trivnað í hølinum

    • Hjálpa limum, sum hava tørv á vegleiðing ella stuðli

Tað er ikki krav, at tú hevur royndir við at undirvísa øðrum í venjing, tí tú fært góða innleiðslu og upplæring frá royndum starvsfólkum í Klassik-toyminum. Tað týdningarmesta er, at tú ert til reiðar, ábyrgdarfull/ur og hevur eina jaliga og hjálpsama framferð.

Vit bjóða eitt arbeiðspláss við góðum arbeiðumhvørvi, góðum starvsfelagar, góð starvsfólkaviðurskifti og ókeypis limaskap í Burn Fitness.

Arbeiðstíð

Mánadag, mikudag og fríggjadag kl. 06:53 - 07:53 og/ella aðruhvørja viku kl. 15:00-19:00.

 

Setanarviðurskiftir
Starvið er tímalønt. Løn - og setanartreytir eftir Samverk.

 

Umsókn

Umsókn skal sendast til burn@burn.fo, viðmerk "Klassik venjari".

Skriva eitt sindur um teg sjálva/n, hvør tú ert, hvørjar royndir tú hevur og hví tú metur teg vera tann rætta til uppgávuna.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Starvið verður sett skjótast gjørligt.

 

Vilt tú vita meira um starvið
So ert tú vælkomin at seta teg í samband við Áslu Leilu B. Johansen,
HR-leiðari, á telduposti aslaleila@burn.fo ella á tlf. +298 299902