Burn Step:

Ein venjingartími í røttum 80ara aerobic anda. Stuttlig og einkult venjing við nógvum kardio. Vit brúka stepbonkin og koregrafi gjøgnum tíman og enda við at fáa pulsin heilt upp.

Ein stuttligur og gevandi tími, har øll kunnu vera við.

"ALLAN DAGIN +"
Hevur tú limahaldið "ALLAN DAGIN +" er Burn Step íroknað.

Fyri at tryggja tær eitt pláss, skalt tú rita inn og leggja eitt pláss av til hendan tíman. Melda til á lættasta hátt við at trýsta á tann reyða knøttin, sum eitur "Rita inn," niðanfyri myndina.

Brúkari: tín teldupostur.
Loyniðorð: bleiv upplýst við upprættan av limahaldi.

GG:
Hevur tú gloymt títt loyniðorð, kanst tú ringja til Burn á
+298 299900 og fáa tað upplýst.

Vit eru at hitta hesar tíðir:
Mándag - hósdag Kl: 5:30 - 22:00
Fríggjadag Kl 5:30 - 20:00
Leygardag - sunnudag Kl: 9:00 - 20:00

UMRÁÐANDI AT BOOKA, FYRI AT TRYGGJA SÆR PLÁSS!