Hvar byrja vit:
Sum tað fyrsta hittast vit til eina samrøðu. Her tosa vit um tíni mál til summarið.Seinast í samrøðuni verður tú vigað/ur, og feitt % og cm verður mált.

Har umframt tosa vit um:
- kostvanar
- dagliga rørslu
- arbeiði
- svøvn
-skaða
- venjingarætlan

Eg garanteri góðsku og úrslit:
Eg gangi sera høgt uppí, at tú fært eitt ítøkiligt úrslit. Eg kann garantera tær eitt gott úrslit til í summar, um tú fylgjur mínum vegleiðingum.

Vit hava samskifti undir øllum tíðarskeiðinum, og eg fylgi tær upp líka til, vit koma á mál.

Kostur:
Eg geri tær eina sergjørda kostætlan. Eg syrgi fyri, at samansetingin av eggjahvítaevni, kolvætu og fiti er persónliga útroknað til tín, annahvørt tað er at byggja vøddar ella at missa feitt.

Hetta verður roknað út frá tínum arbeiði, svøvni, hædd, vekt, kyni, venjing, o.l.. Tú fært enntá møguleikan at ráða eitt sindur yvir, hvørjar rávørur koma í kostætlanina.

Venjingarætlan:
Eg geri venjingarætlan, ið er sergjørd til tín. Sergjørd skal skiljast sum, at venjingarnar eru á tínum støði, og venjingarnar gerast torførari sum títt støði hækkar. Eg taki sjálvandi hædd fyri møguligum skaðum og veikleikum.

Í samrøðuni tosa vit um, hvussu ofta tú ynskir at venja um vikuna. Venjingarætlanin verður tá gjørd út frá hesum.

Booka eina tíð til samrøðu:
Ynskir tú eitt pláss, kanst tú booka tær eina tíð til samrøðu. Tað gert tú við at senda mær ein mail á berg@burn.fo

Interval uppbygnaður:
Summarklárur 2022 er uppbygt í interval, sum eru 3 vikur til longdar. Fult tíðarskeiði er 8 interval á tilsamans 40 vikur.
GG: Tað er ikki krav, at vera 40 vikur, tó er minsta mark 12 vikur.

Interval #1
Vika 1: Berg venur við tær 3 ella 4 tímar. (vekt, cm og feitt %)
Vika 2: tú venur sjálvstøðugt.
Vika 3: tú venur sjálvstøðugt.

Interval #2
Vika 4: Berg venur við tær 3 ella 4 tímar. (vekt, cm og feitt %)
Vika 5: tú venur sjálvstøðugt.
Vika 6: tú venur sjálvstøðugt.
GG: dagførd venjingarætlan

Interval #3
Vika 7: Berg venur við tær 3 ella 4 tímar. (vekt, cm og feitt %)
Vika 8: tú venur sjálvstøðugt.
Vika 9: tú venur sjálvstøðugt.
GG: dagførd venjingarætlan

Soleiðis halda vit áfram, til tú ert Summarklár/ur 2022
GG: Møguleiki er at venja sjálvstøðugt í 3 vikur, um tú heldur ynskir tað

Berg sum tín venjara:
Berg verður persónliga tín venjari í hesum tíðarskeiðinum.

Eisini verður tað Berg, sum ger allar venjingar - og kostætlanir, umframt at máta og viga teg.

 

Prísir:
Summarklár 2022 er ein heildarloysn, har alt er íroknað.

Prísur pr. interval er við dagførdari venjingarætlan, vekt eftirliti, mát og feitt %. Licens til appina er eisini íroknað
GG: Limahald í fitness er ikki íroknað, men ein serprísur á 249,- pr mðr.

Uppstart:
Eingangs gjald á 2.900,-

Interval - 3 tímar við Berg: + nýggj venjingarætlan
Prísur pr. interval 1.450,-

Interval - 4 tímar við Berg: + nýggj venjingarætlan
Prísur pr. interval 1.750,-

GG: Til ber at gjalda mánaðarliga fyri interval.