Keyp tímar    Pætur setur seg í samband við teg, tá ið tú hevur keypt tímar.

Lær teg tey stóru lyftini við Pæturi:
Lær teg tey stóru lyftini: Squat, bench press og deadlift.
Fá perfektan form í hesum lyftunum.

Følur tú, at tú kundi blivið betur til tey stóru lyftini, og at tú møguliga stendur í stað í venjingini? So bjóði eg nú venjingartímar, har eg kann læra teg lyftini heilt frá grundini, og tú fert heim uttan at ivast í, um tú lyftir rætt.

Ein venjingartími tekur teg ígjøgnum alt, ið tú hevur brúk fyri, bæði tí teoretiska og tí praktiska.

Áðrenn venjingartíman velur tú/tit, hvat fyri lyft vit skulu í gjøgnum í venjingini. Tú kanst keypa ein tíma sum einstaklingur ella saman við einum vini.

Kostnaður:
· Ein venjingartími fyri 1 persón 500,-
· Ein venjingartími fyri 2 persónar 900,-

Pakkaloysn:
· Tríggir venjingartímar fyri 1 persón 1.300,-
· Tríggir venjingartímar fyri 2 persónar 2.400,-

· Ein venjingartími er umleið 60-90 min

Squat:

Squat er nokk tann besta beinvenjing, ið er til! Tað er ikki bara gott fyri beinini og rumpina, men styrkir eisini miðjuna, somuleiðis sum tað betrar um balansu og fimi. Um tú fært squattið at sita rætt, so dugir tú eisini prinsippini aftanfyri næstan øll beinøvilsir. Tað er gott fyri øll at squatta!

Bench Press:

Bonkpress er besta venjingin fyri at styrkja yvirkroppin. Venjinging styrkir bringuna, akslarnar og triceps. Ein góður bonpress teknikkur hjálpir tær við líknandi venjiningum, so tú kanst gera nærum øll øvilsir har tú trýstur eina vekt frá tær.

Deadlift:

At deadlifta er eitt tað besta, tú kanst gera fyri at styrkja um allan afturpartin. Allur ryggurin, rumpan, miðjan og baklørini verða styrkt. Tá tú dugir at deadlifta rætt, so skilur tú eisini hvussu man skal gera næstan øll øvilsir, har mjadnarnar eru í fokus.