Útgerð og hølini

Nýggjasta tøknin innan og góðar umstøður hjá rørslutarnaðum at venja.


PROWLER - BREYT
Í Burn Fitenss hevur tú møguleikan at royna okkara spildurnýggja Prowler-breyt. Breytin er 15 m.  lang og 2 m. breið. Her ber til at gera alskns venjingar – alt frá at koppa dekkum, skumpa og hála sletur, sveiggja reipum til spuats og lunges. Amboðini til breytina fevna m.a um kunstig dekk/tiyr í 4 ymiskum støddum, eina sletu, ein Prowlara, reip, stengur, core bags o.a. Á breytini kanst tú gera venjingar, ið bæði betra um úthaldni og styrki. Prowler-breytin gevur tær teir bestu møguleikarnar at kombinera tína styrkivenjing við kardio, soleiðis at pulsurin og forbrenningin er í top, og harvið fært tú tey bestu úrslitini.

ELEIKO ÚTGERÐ
Burn Fitness er útgjørt við Eleiko amboðum, ið er førandi merkið í heiminum innan styrkilyfting, vektlyfting og fitnessútgerð sum heild. Eleiko útgerðin fer í gjøgnum eina myllu av góðsku eftirlitum, áðrenn endaligu amboðini fara á marknaðin. Útgerðin er gjørd úr serligum stáli, ið ikki bognar ella brotnar. Vektskivurnar eru eisini tær mest neyvu í heiminum. Ein skiva vigar ongantíð ov lítið og vigar ongantíð meir enn 6 gr. ov nógv. Hendan útgerðin verður eisini nýtt í OL leikunum innan styrkilyfting í dag. Burn Fitness er eitt Eleiko - góðkent fitnesssentur og er limur í IPF (International Powerlifting Federation), t.v.s. at sentrið hevur heimild at hýsa altjóða kappingum.

HAMMER STRENGHT
Burn Fitness er útgjørt við maskinum av merkinum Hammer Strenght, ið er eitt heimskent merki innan styrki- og vektlyfting. Hammer Strenght hevur eitt tætt samstarv við heimsins bestu úrvals íðkarar, og strembar altíð ímóti at skapa útgerð, ið fær íðkaran at náa sínum bestu úrslitum. Á 3. hædd, hava vit savnað nakrar av bestu magazine loader - maskinunum hjá Hammer Strenght, og á ovastu hædd finnur tú eitt breitt úrval av Hammer Strenght plate loader - maskinum. Makinurnar eru sera brúkara vinarligar. Nærum allar maskinurnar hava LF (Life Fitness) kotu, ið tú kanst avlesa við tíni snildtelefon, við hjálp frá LF connect appuni. Hendan appin er sera hent at hava, skuldi tú ivast í, hvussu ein avís maskina skal nýtast.

LIFE FITNESS
Life Fitness er eitt av eldstu merkunum innan kardio útgerð og er besta góðska á marknaðinum í dag. Hvør maskina hevur innbygdan skerm, ið sjálvsagt hevur atgongd til alnótina. Her kanst tú nýta allar hugsandi heimasíður, sum kunnu vera við til at gera tína venjing eitt sindur stuttligari. Ókepis, kanst tú dowloada eina app, ið gevur tær møguleikan til at goyma allar tínar dátur frá venjingini. Soleiðis kanst tú logga teg á tín egna brúkara til hvørja venjing og fylgja við tíni framgongd. Ikki er neyðugt longur at ímynda sær at íðka úti í náttúruni, tí Life Fitness kann gera hetta til veruleika fyri teg – næstan. Maskinurnar kunnu taka teg til vakrastu støðini, runt um í heiminum, við myndum á skerminum. Eisini ber til at royna eina av innbygdu venjingarætlanunum á maskinuni, um tú ert nýggj/ur innan fitness heimin. 

GOSBAÐ
Í Burn Fitness kanst tú, eftir harða venjing, njóta eina friðsæla løtu í okkara stóra gosbaði. At fara í heitt gosbað eftir venjing, kann hava jaliga ávirkan á eymar vøddar. Hitin er sera góður fyri blóðrenslið, men eisini vatnstrálurnar av gosinum, eru við til at mýkja allan kroppin. Eisini ber til at slappa av til ein fótbóltsdyst, eina sjónvarpsrøð ella góðan tónleik, ímeðan tú situr í gosbaðnum. Gosbaðið rúmar uml. 7 -8 persónum. Kvinnur og menn hava hvørt sítt gosbað í skiftirúminum.

HITARÚM
Í Burn Fitness hevur tú eisini møguleikan at seta teg í hitarúm, eftir strævna venjing. At seta seg í hitarúm eftir venjing er sera vælumtókt ímillum ítróttarfólk, tí hetta sigst at hava heilsubót. Kroppurin slappar t.d. meiri av, úrskilir ótørv ígjøgnum sveitta, og kann hetta enntá lækka blóðtrýstið. Minnist bert til at drekka ríkiligt av vatni, tá sitið verður í hitarúminum. Hitarúmið rúmar uml. 12 persónum. Kvinnur og menn hava hvør sítt hitarúm í skiftirúminum.

LÁSASKIPANIN
Tá ið tú gerst limur í Burn Fitness, fært tú eitt armband, ið hevur nógvar ymiskar funksjónir. Armbandið kann nýtast sum ein lykil at sleppa inn í skiftirúmið, skápini í skiftirúminum, gosbaðið, hitarúmið o.a. Eisini ber til, sum PBS limur, at nýta armbandið at gjalda við í djúsbarrini og í automatunum í fitness hølunum. Við hesum armbandi slepst undan at hava lyklar, pening ella gjaldskort uppi á sær, ímeðan ein venur. 

TANITA VEKTIR 
Á 3. og 4. hædd í Burn Fitness, finnur tú Tanita MC 780 vektirnar, ið geva tær eina bioelektriska greining av tínum kroppi. Tú fært m.a. upplýsingar um: BMI, basalevnaskiftið, evnaskiftis aldur, vøddanøgd, fiti í %, vatnnøgd í kroppinum, tyngd av beinagrind, v.m. Eitt elektriskt signal ferðast í gjøgnum kroppin, og møtir mótstandi, tá ið tað fer í gjøgnum fitivevna. Soleiðis kann Tanita vektin greina títt kropsbýti, saman við upplýsingum um kyn, hædd og vekt. Tað ber til at fáa upplýsingarnar printaðar út, men eisini ber til at fáa alt dáta goymt á tínum limahaldi. Á heimasíðuni hjá Burn kanst tú logga teg inná títt limahald, og tá ber til at finna dáta fram aftur og t.d. samanlíkna við nýggjari greining. Vektin vigar upp til 270 kg. Allir limir okkara kunnu nýta Tanita vektina ókeypis. 

UMSTØÐUR TIL RØRSLUTARNAÐ
Í Burn Fitness eru góðar umstøður hjá rørslutarnaðum at venja. Í bygninginum er rúmlig lyfta á hvørjari hædd, umframt góðar umstøður til vesivitjanir og brúsu.