"KEYP VENJINGARÆTLAN HER"    Ein venjingarætlan tekur umleið 3 - 5 dagar at framleiða.

Hví eina venjingarætlan?
Tá tú venur í eini venjingarmiðstøð, hevur tú nógvar møguleikar at venja við bæði maskinum, leysum vektum, vektstong, kettlebells, sletu o.ø.

At vita hvar ein skal byrja, tá ein hevur so nógvar møgueikar í at velja, kann ofta tykast ørvitisligt. 

Við eini venjingarætlan hevur tú eina ætlan við venjingini, sum tú fylgir í eitt ávíst tíðarskeið. Hendan ætlan er sett saman av einum persónligum venjara, sum hevur skil fyri, hvussu tú skalt venja fyri at røkka júst tínum málið.

Hvørja venjingarætlan skal eg velja?
Vit hava fleiri møguleikar at velja í. Tú kanst keypa eina venjingarætlan við ella uttan gjøgnumgongd saman við venjara.

Zenfit app:

Tú hevur eisini møguleika at fáa tína venjingarætlan á eina app, sum kallast "Zenfit." Tá er ikki neyðugt við penni og pappírið tá tú venur. Á Zenfit kanst tú:

  • - logga vektirnar, sum tú nýtir í kg
  • - tína kropsvekt " í kg "
  • - tíni kropsmál " í cm "
  • - síggja filmsbrot av øllum venjingun um
  • - venur tú í Burn Fitness, eru nr á maskinum ið hesi filmsbrot vísa til
  • - fáa kostætlan lagda inn

Við gjøgnumgongd:
Ynskir tú at fáa upplæring í tíni venjingarætlan, ber til at keypa eina ætlan við gjøgnumgongd. Tá kemur ein venjari at læra teg allar venjingarnar í tíni venjingarætlan. Hetta skal skiljast sum privatir venjingartímar, har ein venjari gevur tær eina gjøgnumgongd av øllum døgunum í tíni venjingarætlan, hvør venjing tekur vanliga 1 tíma tilsaman.

Tú hevur møguleika at velja í 3 ella 4 "split" Tað vil siga, tú skalt velja, um tú ynskir eina venjingarætlan, har tú venur 3 ella 4 ferðir um vikuna.

Um tú velur eina ætlan við venjara, fært tú boð frá einum av okkara dugnaligu venjarum, innan nakrar fáar dagar.

 

Venjingarætlan:

Prísur:
Ein venjingarætlan uttan gjøgnum gongd kostar 399,-
GG: Ynskir tú ætlanina á Zenfit, kostar licensurin 30,- pr mðr.

Íroknað:
- sergjørd venjingarætlan til tín at venja sjálvstøðugt
- gjørt eftir tínum ynskum, sum tú hevur útfylt út á okkara heimasíðu

Venjingarætlan við gjøgnumgongd: / 3 ella 4 split

Prísur:
Ein venjingarætlan við gjøgnum gongd í 3 dagar kostar 1.299,-
Ein venjingarætlan við gjøgnum gongd í 4 dagar kostar 1.499,-
GG: Ynskir tú ætlanina á Zenfit kostar licensurin 30,- pr mðr.

Íroknað:
- sergjørd venjingarætlan til tín at venja sjálvstøðugt
- gjørt eftir tínum ynskum, sum tú hevur útfylt á okkara heimasíðu
- tú verður upplærd/ur ígjøgnum allar dagarnar í venjingarætlanini við einum venjara
- teknisk undirvísing í grundøvilsum saman við venjara

Zenfit appin:

Prísur:
Ein licensur til Zenfit app kostar 30,- um mánaðin
- verður goldin umvegis PBS.

Tó er møguleiki at keypa Zenfit uttan um PBS
- ½ ár licens fyri 200,-
- 1 ár licens fyri 300,-