Drop-in Fá persónliga undirvísing frá Onnu Kristinu

Olympisk vektlyfting:
Olympisk vektlyfting fevnir í høvuðsheitum um tvey lyft: Clean and Jerk og Snatch - á føroyskum eisini nevnt Trekk og Stoyt. Hendan ítrottargreinin er tekniskt krevjandi og setur stór krøv til styrki, smidleika og eksplosivitet hjá íðkaranum. Til tímarnir koma vit at arbeiða við júst hesum: grundleggjandi teknikki, eksplosivum rørslum, styrki og smidleika.

Tað er ikki ein treyt, at tú hevur roynt olympiska vektlyfting áður.

Anna Kristina royndi fyrstuferð olympiska vektlyfting í 2016 og skjótt gjørdist greitt, at hetta var nakað fyri hana. Í 2017 gjørdist hon partur av vektlyftaraklubbanum AK Gotha í Keypmannahavn, og hevur síðani luttikið í fleiri kappingum, bæði í Danmark og í Føroyum, við góðum úrslitum

 

Hvør er venjari?
Anna Kristina Niclasen

Nær, hvar og hvussu leingi venja vit?
· Undirvísing og venjing er í BURN Fitness í Tórshavn.
· Vel longd á tíma 60 min, ella 90 min.

GG - limahald til Burn Fitness er ikki íroknað prísinum.