Melda til her Byrjar 23. feb 2019  /  Skeið 2 byrjar 6. apríl 2019 

Hatha Yoga:
Hetta er miðal-tempo yoga, sum er opið fyri øllum, ið dáma at røra seg. Vit arbeiða við øllum kroppinum, har vit brúka andadráttin til at skapa flow.

Í hesum tímunum miðar Mai eftir at geva tær eina løtu, har tú fært vakt kroppin og slept tankarokanum.

Mai miðar eisini eftir, at geva tær eitt haldgott útgangsstøði, sum tú kanst taka við tær til tína venjing heima.

Yoga kann, m.a.:
- bøta um sinnistøðurnar og minka um angist
- økja um smidleika og betra ta fysisku styrkina
- betra um kropsburðin, halda ryggin ungan og minka um skaðar
- minka svøvnloysi
- betra um orku -og lívsmegi
- betra um órinsverjuna
- saman við sunnum kosti, minka um yvirvekt
- minka um kroniska pínu, m.a. í liðum og vøddum
- økja lungafunksjón

Hvør er Yoga venjarin?
Mai Høgfeldt Olsen

Nær, hvar og hvussu leingi venja vit?
· Undirvísing og venjing er í BURN Fitness í Tórshavn.
· Venjing er hvønn leygardag kl 10:50
· Hvør venjing er 55 min.
· Venjingin er í 6 vikur

Hvat er við í prísinum?
Kostnaður: 795,-
· 6 venjingar saman við venjara.
· Kostætlan, virði 399,-
GG - limahald til Burn Fitness er ikki íroknað prísinum.

Fyri at fáa tína kostætlan:
- Mai koyrir teg á persónsvektina
- Skriva ein mail til berg@burn.fo viðmerk "Yoga kostætlan"
- Tú fært tína kostætlan senda sum ein PDF fíl á tín teldupost