GET IN SHAPE 

Seinasta GIS-skeiðið áðrenn summarferiuna byrjar 29. apríl 😊💪☀️

Skeiðið verða heilar 5 🖐 vikur til longdar, og aftur eru tvey tíðspunkt at velja í 🥳

- GET IN SHAPE er skeiðið til kvinnuna, sum vil koma í form og finna venjingargleði!

  1. Lið Dagur/tíð
    GIS 18:15* Týsdagar og hósdagar 18:15-19:10
    GIS 19:20** Týsdagar og hósdagar 19:20-20:15
  2. G.G.
  3. *Tann 29. mai venja vit 09:00-09:55.
  4. **Tann 29. mai venja vit 10:00-10:55.

 

  1. Um skeiðið:

Vit venja í felag, tvær ferðir um vikuna, í 55 minuttir. Allar venjingar eru í hølunum hjá í Burn Klassik í Berjabrekku.

Set teg sjálva fremst nakrar tímar um vikuna og kom við til skeið við okkum báðar, Annu og Dianu! Skeiðið er einans fyri kvinnur og hevur sum fremsta endamál at styrkja kroppin og at geva tær betri orku!

Luttakaratalið er avmarkað, og vit leggja okkum eftir at veita persónliga vegleiðing til hvønn einstakan luttakara.

Vit leggja stóran dent á góðsku og venja konditión, styrki og fimi, í einum jaligum og stuðlandi umhvørvi.

Um okkum:

Anna hevur starvast í fitnessentri í Svøríki í yvir 10 ár og seinastu 11 árini verið liðvenjari á venjinarstøð í Føroyum. Serligir førleikar eru styrkivenjing, kroppsrørslur og at leggja venjingina til rættis eftir tí einstaka.

Diana er professionellur dansari og persónligur venjari við 20 ára royndum. Dansiundirvísing og fitness er nakað, hon starvast við í tí dagliga. Serligir førleikar eru kroppsrørslur, fimi og venjing við høgum intensiteti.

Hevur tú skaða ella aðrar avbjóðingar, send okkum so eini boð á info@getinshape.fo, soleiðis at vit fáa lagt venjingina til rættis eftir tí.

Um skeiðið
· Venjing einans fyri kvinnur
· Styrkjandi heilkropsvenjingar
· Aldursmark á 16 ár
· Avmarkað pláss

Hvar?
Í hølunum hjá Burn Klassik í Berjabrekku

Fá samband
Tel. 525900 | info@getinshape.fo

GIS
Kostnaður 1.990,- (íroknað limahald í Burn Fitness)
· 5 🖐 vikur skeið við venjara
· 2 liðvenjingar um vikuna á 55 min.

Burn+ hald er íroknað í skeiðstíðini, so tú kanst eisini venja sjálvstøðugt út yvir liðvenjingina.