Melda til her Byrjar 11. Mai 2020

Ven heima við tí bestu útgerðini og venjara frá Burn!
Manglar tær eina venjingarmiðstøð, har tú ert? Tað ger einki, vit koma bara heim til tín.

Burn bjóðar tær, nú møguleikan at venja heima undir skipaðum umstøðum, har ein av okkara fremstu venjarum, Saranja Hammer fer at undirvísa.
- Sí meira um venjarin longri niðri.

Beinleiðis venjingar:
Hetta skeiðið gevur tær atgongd til beinleiðis stroyming av liðvenjingum í Burn Fitness Tórshavn.

Um tú ikki nært at vera við til beinleiðis stroymingina, so hevur tú møguleika at venja seinni. Tú fart atgongd til filmsupptøkur, soleiðis at tú kanst venja, tá ið passar tær.

Facebook bólkur:
Tú fært atgongd til ein fjaldan facebookbólk. Í hesum bólki verða filmsbrot av venjingunum lagdar inn.

Her hevur tú eisini møguleika at samskifta við venjaran, við møguligum spurningum á bólkinum.

Burn app:
Tá tú ert partur av online fitness, fært tú atgongd til Burn appina. Á henni kanst tú logga øll tíni tøl inn, so sum vekt, cm o.l.

Við tíðini kanst tú síggja grafar av tínum úrslitið. Ynskir tú, at vit hjálpa tær at seta eitt mál, kunnu vit gott hjálpa tær við hesum.

Vit brúka appina sum amboð at minna teg á, at uppgeva vekt o.l. einaferð um vikuna.

Kostráðgeving:
Ynskir tú at fáa ein sunnari lívsstíl, kunnu vit veita kostrágeving ella eina kostætlan, sum part av online fitness.

Tá tú hevur fingið atgongd til Burn appina, kunnu vit leggja tær kostráð/ætlan inn á appina, við nógvum fjølbroyttum møguleikum hjá tær at velja úr.

Hetta ger, at kosturin ikki følist alt ov tungur at fylgja, men meira sum ein lívstílur.

Útgerð at eiga:
Tú fært útvega hágóðsku útgerð frá okkum og eftir skeiðið er útgerðin tín.

Tú fært góðskumerkir sum:
- Reebok
- Eleiko
- Life Fitness

Inniheldur:
- 1 stk. Reebok Jump Rope
- 1 stk. Reebok Step Bench
- 1 stk. Reebok Yoga Mat
- 1 stk. Lastik light
- 1 stk. Lastik medium
- 1 stk. Lastik hard
- 1 stk. Eleiko 4 kg Kettlebell
- 1 stk. Eleiko 8 kg Kettlebell
- 1 stk Eleiko 12 kg Kettlebell

Venjarin:
Venjarin í online fitness er Saranja Hammer. Hon hevur drúgvar royndir innan fitness og hevur starvast við liðtímum í meira enn 25 ár.

Hesi ár hevur Saranja lært, hvussu hon kann geva sínum luttakarum mest burtur úr hvørjum tíma - høgan puls og betri kondi, ímeðan tú byggir vøddar og styrki.

Tú sleppur frá, at hugsa um hvat tú skalt gera. Tú skalt bara tendra telduna, telefonina ella teldilin og vera klár at venja við tínum amboðum.

So orðnar Saranja rest.