GET IN SHAPE
Vilt tú koma í form? Gerast sterkari? Finna venjingargleði? Vælkomin til GET IN SHAPE!
Get in Shape byrjar aftur 11. august! 💪
Sum nakað nýtt ber nú til at tekna seg til øll skeiðini í heyst í einum.
Til fyrsta og síðsta skeiðið í heyst ber til at velja longd á skeiðinum – fýra ella fimm vikur. Íðkarar, sum tekna seg til øll fýra skeiðini í einum, fáa fimtu vikuna á bæði fyrsta og síðsta skeiðinum við í keypinum.
Skeið 1
11. august–3. september – 4 vikur
ella
11. august–10. september – 5 vikur
Skeið 2
15. september–8. oktober – 4 vikur
Heystfrítíð
Skeið 3
20. oktober–12. november – 4 vikur
Skeið 4
17. november–10. desember – 4 vikur
ella
17. november–17. desember – 5 vikur
Venjingartíðir í heyst: týsdagar og hósdagar, kl. 18:15-19:10.
- Um skeiðið
Vit venja í felag, tvær ferðir um vikuna, í 55 minuttir. Allar venjingar eru í hølunum hjá í Burn Klassik í Berjabrekku.
Set teg sjálva fremst nakrar tímar um vikuna og kom við til skeið við okkum báðar, Annu og Dianu! Skeiðið er einans fyri kvinnur og hevur sum fremsta endamál at styrkja kroppin og at geva tær betri orku!
Luttakaratalið er avmarkað, og vit leggja okkum eftir at veita persónliga vegleiðing til hvønn einstakan luttakara.
Vit leggja stóran dent á góðsku og venja konditión, styrki og fimi, í einum jaligum og stuðlandi umhvørvi.
Um okkum
Anna hevur starvast í fitnessentri í Svøríki í yvir 10 ár og seinastu 13 árini verið liðvenjari á venjinarstøð í Føroyum. Serligir førleikar eru styrkivenjing, kroppsrørslur og at leggja venjingina til rættis eftir tí einstaka.
Diana er professionellur dansari og persónligur venjari við 20 ára royndum. Dansiundirvísing og fitness er nakað, hon starvast við í tí dagliga. Serligir førleikar eru kroppsrørslur, fimi og venjing við høgum intensiteti.
Hevur tú skaða ella aðrar avbjóðingar, send okkum so eini boð á info@getinshape.fo, soleiðis at vit fáa lagt venjingina til rættis eftir tí.
Um skeiðið
· Venjing einans fyri kvinnur
· Styrkjandi heilkropsvenjingar
· Aldursmark á 16 ár
· Avmarkað pláss
Hvar?
Í hølunum hjá Burn Klassik í Berjabrekku
Fá samband
Tel. 525900 | info@getinshape.fo
GIS
· Kostnaður 4 vikur: 1.595,- (íroknað limahald í Burn Fitness)
· Kostnaður 5 vikur: 1.995,- (íroknað limahald í Burn Fitness)
· 2 liðvenjingar um vikuna á 55 min.
Burn+ hald er íroknað í skeiðstíðini, so tú kanst eisini venja sjálvstøðugt út yvir liðvenjingina.