Melda til her    Næsta skeið byrjar 28. okt. 2023

Ryggskeið við NB Fysioterapi:
Vit lyfta nú okkara vælumtókta ryggskeið á enn hægri støði, tí framyvir fara fysioterapeutarnir í NB Fysioterapi at undirvísa. Við byrjan fært tú eina screening frá dugnaligu undirvísarunum og hendan
verður grundarlagið undir venjingini.

Endamálið:
Ryggskeiðið verður ein undirvísingarpallur til tín, sum tildømis stríðist við ryggpínu ella liknandi, og ynskir at fáa ein pínufrían gerandisdag og ein sterkari kropp sum heild. Intensiteturin er ikki høgur og endamálið er ikki at forbrenna orku, men heldur at læra at venja rætt og skynsamt.

Tá skeiðið er endað, hevur tú fingið skilagóð amboð at venja sjálvstøðugt, bæði við egnari kropsvekt, leysum vektum og maskinum í venjingarhølinum.

Ryggpína:
Ryggjageislarnir verða hildnir uppá pláss við vøddum, og eru vøddarnir slakir og veikir, kann hetta geva pínu. Kanningar vísa, at heili 80% av fólki við ringum ryggi ella pínu í rygginum er orsakað av veikum vøddum í ryggi og búki.

Tá talan er um diskus prolapsar verður pína og sjúkueyðkenni munandi betri við at styrka rygg og búk. Hevur ein eisini hevur ov nógv kg á síðubeinunum, kann tilveran gerast serliga ring. Endamálið við skeiðnum er tí eisini at steðga hesi keðiligu ringrás.

Hvør kann vera við?
Øll, sum hava áhuga í venjing, kunnu luttaka á skeiðnum, eisini tú, sum ikki hevur ilt í rygginum, men vilt læra meira um ryggvenjingar.

Nær, hvar og hvussu leingi venja vit?
· Burn Fitness í Miðbýnum
· Niels Finsensgøta 8
· Tlf. 299900
· Venjingin er hvønn leygardag kl. 11:00
· Hvør venjing varar í 60 min.

Hvat er íroknað prísinum?
· 3 mánaðar Burn + limahald
· Ryggcreening við byrjan
· 6 undirvísingar tímar við fysioterapeuti
· Venjingarætlan frá NB Fysioterapi