"VESTMANNA" Næsta skeið byrjar 22. septembur 2026 "MARGÁIR"
Hvat er Klassik Light:
Vit bjóða feittknúsandi liðvenjingar í Vestmanna og við Margáum.
Latið tykkum ikki lumpa av navninum, tí skeiðið er sannliga avbjóðandi og gevandi. Burn Light er ein útgáva av okkara kenda Burn Klassik á Hjalla, tilpassað til umstøður og útgerð á venjingarmiðstøðunum í Vesmanna og við Margáum.
Venjingin fer fram í Burn Fitness Vestmanna og Burn Fitness Margáir, og er uppbygd sum sirkulvenjing við einum venjara sum stuðlar og vegleiðir. Venjingarnar eru gevandi fyri bæði styrki og konditión.
Uppbygnaður av Klassik Light:
Vit venja saman í bólki og venjari er við til bólkavenjingarnar.
Við í prísinum er ein Burn Klassik kostætlan, sum er sera løttt at fylgja og hevur verið sera væleydnað til vekttap í Burn Klassik og venjingarætlan til eina sjálvstøðuga venjing um vikuna.
Um luttakararnir ynskja, ber til at fylgja við vektini, feittprostenti, vøddamassa o.ø við okkara Tanita vekt. Hetta verður gjørt, tá skeiðið byrjar og endar.
GG! Um tú longu hevur eitt Burn hald, so verður tað sett á pausu ímeðan skeiðið er
Vel hvar tú ynskir at venja í teiginum omanfyri.
Við at trýsta á leinkið Vestmanna ella Margáir omanfyri, fært tú upplýsingar um venjingartíðir, venjarar og annað viðkomandi
Prísur:
- - 650 kr stakskeið
- - 525 kr PBS (við fastari flyting, bindir tú teg til 3 skeið)
GG: Limahald í fitness er íroknað
Íroknað:
- Bólkavenjingar við venjara
- Burn Klassik kostætlan - ( virði 499,- )
- Venjingarætlan
- Burn Fitness+ limahald