BURN Showdown

Tveir dagar har vit finna fram til hvør er sterkast, djarvast og flottast!

Kappingin í ár er stuðla av Iron Rebel.
Ikki færri enn 8 IFBB pro cards vera útlutaði - les meira um IFBB pro cards greinarnar her.

Meira kunning um tiltakið kemur skjótt.


Ynskir tú at royna teg?


 

Strongman
Big Z er komin fyri seg aftur og hevur melda seg kláran til ársins showdown. Gomlu kenningarnir, Laurence Shahlaei og Mikkel Leicht. Úr Føroyum kappast 3 av okkara sterkastu ímóti útlendsku kempunum. Hetta verður ein kampur ímillum David og Goliath - men vit vita øll, hvør vann tá!

Dómarin verður ongin minni enn Bill Kazmaier – legendan, sum hevur vunnið WSM 3 ferðir.

Kappingin, Føroya Sterkasti Maður 2017, har vit skulu finna 3 teir sterkastu at umboða Føroyar, verður hildin á ólavsøku, 28. og 29. juli.

Reglar: World Strongest Man Rules Dómari: Bill Kazmaier


 

 


 


Strongwoman (Føroya Sterkasta Kvinna)

Nú er tíðin so sanniliga eisini komin til at finna føroya sterkasu kvinnu! Sum nakað nýtt, skulu kvinnurnar eisini hava møguleika at visa sína styrki í greinum, sum tyreflipp, loglift, truck pull o.ø, sum strongmenninir hava kappast í í áravís.

Reglar: World Strongest Man Rules Dómari: Bill Kazmaier


 


 

Boksing
Tann nýggi boksi klubburin, Tórshavnar Boksing, verður karmur um boksingina. Teir føroysku boksararnir fara í ringin at møta mótstøðu monnum úr Danmark, Íslandi, Norra og Svøríki. Tað verður bæði amatør og pro dystir at síggja hetta kvøldið.
Martin Meng sigur, at teir eru spentir til hetta og fara at geva áskoðarunum gott undirhald við góðum og spennandi dystum.
Hetta er fyrsta kapping, ið Tórhavnar Boksing luttekur í.

 


 

Powerlifting
Her verður kappast 3 greinum: squat, bench press og deadlift. Hendan kappingin verður søgulig, tí fyri fyrstu ferð nakrantið fara vit at brúka fullfíggjaða, IPF góðkenda útgerð – stengur, skivur og benkur til tey 3 lyftini í squat, bench press og deadlift.

Eisini fara vit at brúka IPF reglar, og koma 3 dómarir frá Eleiko í Danmark og Svøríki heim at døma. Hesir dómarir eru altjóða góðkendir dómarir. Professionella dømingin kann møguliga koma at síggjast aftur í t.d. djúpdini av squattunum. Eisini skal sokallaða press-kommando reglan setast í gildið í føroyskum bench press kappingum. Við press - kommando regluni gevur dómarin boð, tá stongin kann pressast upp aftur í bonkpressinum. Pressar íðkarin stongina upp, uttan boðini eru givin, verður lytfi ikki góðkent. Hetta ger, at lyftið verður rein ráðstyrki, og bringan ikki verður brúkt sum støkkfjøl.

Reglar: International Powerlifting Federation - sí link her
Dómari: 3 altjóða dómarir úr Danmark og Svøríki.

 


 

Weightlifting
Hendan kappingin verður eisini søgulig, tí kappast verður í greinunum snatch og clean and jerk. Hetta er fyrsta kapping av sínum slag í Føroyum. Dømt verður eftir IWF reglum, og fara somu dómarir, sum í Powerlifting, eisini at døma hesi lyftini.

Ein nýggj mettalva verður gjørd innan hesar greinar, sum vónandi verður ein góð motivatións megi hjá íðkarum at seta sær nýggj mál í framtíðini.

Reglar: International Weightlifting Federation - sí link her
Dómari: 3 altjóða dómarir úr Danmark og Svøríki.

 


 

Armwrestling
Hendan kappingin verður stuttlig og spennandi. Vit samla 16 sterkar menn, sum skulu royna sína styrki í sjómanstaki. Tað verður ein dystur ímillum hvønn einstakan luttakara.

Vinnur man á sínum mótstøðumanni, sleppur ein víðari til næsta umfar. Seinasta umfarið verður sjálvsagt ein spennandi dystur ímillum teir, í hava kempað seg fram til finalundystin.

Maðurin, sum kemur heim at døma, er ongin minni enn Allen D. Fisher, ið hevur verið heimsmeistari í sjómanstaki heilar 26 ferðir!

Reglar: World Armwrestling League - sí link her
Dómari:
Allen D. Fisher

 


 

Kettlebell
Kappast verður í 3 greinum: snatch, jerk og long cycle (clean and jerk). Luttakararnir verða bólkaðir í vektklassar, sum savgerð vektina á kettlebell´unum hjá hvørjum einstøkum. Kappast verður um flest endurtøkur í 10 min.

Reglar: Sí link her
Dómari: Altjóða góðkendur dómari


 

Captain Crush
Hetta verður ein heldur øðrvísi kapping, sum fer at snúgva seg um handastyrki. Her hava vit nakrar jarn fjaðrar, ið skulu klemmast saman. Hvør fjøður hevur eitt nummar, sum eyðkennur tyngdina.

Í Burn Fitness er møguligt at venja fram til kappingina við einum fullfíggjaðum setti av tøkutólum. Til kappingina verður eitt spildur nýtt sett sjálvsagt brúkt, fyri at tryggja okkum, at fjøðurin ikki er viknaður av nógvari nýtslu.

Tøkutólini eru:
1,0 = 140 pund
1,5 = 167 pund
2,0 = 195 pund
2,5 = 237 pund
3,0 = 280 pund
3,5 = 322 pund
4,0 = 365 pund – heimsins tyngsti fjøður.

Eisini hevur Burn Fitness eitt sett av lættari tøkutólum, sum kunnu nýtast til venjing og upphiting.

Tøkutólini eru:
G = 60 pund
S = 80 pund
T = 100 pund
P = 120 pund

Reglar: IronMind Capteins of Crush - Sí link her
Dómari:

 

Rolling Thunder
Hendan kappingin fer eisini at snúgva seg um handastyrki. Í mun til Captain Crush, er Rolling Thunder ein kapping um statiska styrki, heldur enn dynamisk. Luttakarin skal lyfta mest møguligu vekt við einari hond (single-hand deadlift).

Reglar: IonMind Rolling Thunder - Sí link her
Dómari:


 


 

Miss Faroe Islands
Vit fara at finna vaktrastu kvinnu í Føroyum. Hetta verður fyrsta kappingin av sínum slag í Føroyum – ein all in beauty contest - vakrar damur í flottum undirklæðum, galla kjólum og øllum , ið har tilhoyrir.

Vinnarin sleppur víðari til ikki minni enn heimsmeistar kappingina Miss Universe næsta ár. Hervið kemur hon at umboða Føroyar í eini altjóða kapping.

Turið Elinborgardóttir verður ráðgevi og fyriskipari, saman við Burn Showdown. Turið hevur góðar royndir innan hesa grein og hevur sjálv kappast uttanlanda, bleiv nr. 2 í Miss Universe Danmark og vann sær atgongd til størri kappingar úti í heimi.
Heimasíðan hjá Miss Faroe Islands

Reglar: Miss Universe
Dómari:
Útlendskir dómarir.

 


 

Bikini fitness
Hesa kappingina kenna vit aftur, og hava kvinnur kappast 3 ferðir innan hesa grein, síðan 2015, tá Linda Oliversdóttir vann fyrta plássið. Til næstu kappingina hevði Ruth Poulsen munin og tók sigurin frá Lindu, og í triðju kappingini var tað ein sera glað og rørd Oda Kjartansdóttir Strøm, ið fór avstað við sigrinum.

Innan fitness heimin eru 4 ymiskir bólkar at kappast í hjá kvinnum: Bikini fitness, body-fitness, physique og bodybuilding. Tað, ið eyðkennir Bikini fitness er tann meiri kvinniligi formurin, tónaðu vøddarnir og hægsta feitt prosentið av teimum 4 bólkunum.

Poseringarnar hjá kvinnunum skulu vera bleytar og femininar við jøvnum rørslum. Tær skulu vísa seg framman ífrá, frá síðunum og aftanífrá.

Reglar: IFBB International Federation of Bodybuilding and Fitness - Sí link her
Infographics: Sí link her
Dómarir:
4 útlendskir dómarir.

 


 

Women´s Bodyfitness
Í bodyfitness hava kvinnurnar størri vaddamongd, enn í Bikini fitness. Eisini skal feitt prosentið vera lægri og vøddarnir sjálvsagt meiri sjónligir.

Poseringarnar hjá Bodyfitness kvinnunum er meiri lík teimum klassisku poseringunum, sum flest øll kenna – meiri stirvið, tí størri áherðsla skal leggjast á at vísa vøddamongd.

35+:
Sum nakað nýtt, fara kvinnur yvir 35 ár eisni at hava møguleikan at kappast innan Bikini og Bodyfitness.

Reglar: IFBB International Federation of Bodybuilding and Fitness - Sí link her
Infographics: Sí link her
Dómarir:
4 útlendskir dómarir.

 


 

Men´s Physique
Hendan kappingin er fyri lætt muskuløsar men, ið eru heldur minni enn bodybuildarin. Í hesi kappingini gera luttakararnir eina sokallaða T-walk og hava 4 standard poseringar – framman, síða, ryggur og síða. Menninir eru í longum shortsi, og beinvøddar eru ikki ein partur av framsýningini.

Reglar: IFBB International Federation of Bodybuilding and Fitness - Sí link her
Infographics: Sí link her
Dómarir:
4 útlendskir dómarir.

 


 

Men´s Bodybuilding
Í Bodybuilding skal vødda mongd vera eyðsýnd. Luttakararnir eru í lítlum bokser shorts, og spæla beinvøddarnir stóran leiklut í dømingini.

Í mun til 4 standard poseringar í Physique, eru heilar 7 standard poseringar og ein egin poserings seria á 30-60 sek.

Standard poseringarnar eru:
· Front double biceps

· Front lat. spread
· Side chest
· Back double biceps
· Back lat. spread
· Side triceps
· Abdominal and thighs

Luttakararnir verða dømdir í vøddamongd, kropsligari samanseting og posering.

Reglar: IFBB International Federation of Bodybuilding and Fitness - Sí link her
Infographics: Sí link her
Dómarir:
4 útlenskir dómarir.