Hevur tú vinfólk, sum skulu ganga saman í hjúnaband, kanska tit mangla okkurt gott ískoyti til jólfrokostin ella eitt sindur av samansjóðing á starvsfólkadegnum.
Latið okkum í Burn Fitness skipa fyri eini minniligari løtu við einum Poledansi, Zumba ella eini frekari dansiseriu.
Ein stuttlig løta fyri øll:
Veitslutilboðini í Burn hava nógv at bjóða uppá. Saman við okkara dugnaligu venjarum í Burn, fáa tit óivað eina ógloymandi løtu til svingandi og lívligar tónar á dansigólvinum, á stepbonkinum ella svingandi runt á stongini - vit hava okkurt til øll.
Njótið okkara jacuzzi og hitarúm:
Eisini ber til at nýta okkara umklæðingsrúm, boblubað og hitarúm um hugur er til tess.
Venjara To-Go
Ynska tit okkara undirhaldandi tænastu aðrastaðni, enn í Burn hølinum, ber eisini til at bíleggja to-go.
Omanfyri kunnu tit lesa meira um tey einstøku tilboðini, sum vit bjóða, við at trýsta á myndina.
Vit gleða okkum til nógvan látur.
Hvør er venjari
Barba Jansdóttir
-undirvísir í Poledance
Nathalie Agyekum
- undirvísir í Zumba og step
Nær, hvar
· Tíðspunktið verður avtalað við venjara
· Stað verður avtalað við venjara

